Nú fellur dómur í »kommunulækna-málinum«

Nú fellur dómur í »kommunulækna-málinum«
Í dag klokkan 13 fellur dómur í málinum um kommunulæknan, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 12 kvinnur
 
16.02.2017 - 12:02

Seinasti rættarfundur var farna fríggjadag. Tað var áttandi dagurin, ið brúktur varð til málið. Eitt mál, har 12 kvinnur hava verið avhoyrdar, trý fakfólk av ymiskum slagi, umframt kommunulæknan sjálvan, ið er ákærdur fyri fýra ymisk brot á revsilógina.

Kommunulæknin hevur frá byrjan noktað seg sekan í øllum ákærum. Tað ger kommunulæknin framvegis.

Fyrsti rættarfundur var 23. januar, seinasti rættarfundur var 10. februar. Endurgevingarforboð hevur verið fyri so at siga alt rættarmálið.

Men soleiðis er ikki í dag, tá dómurin verður sagdur. Tað er alment - og tí verður meira at frætta um hetta mál í tíðindasendingum seinni í dag og her á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329