Forsetin í Suðurkorea rikin frá valdinum

Forsetin í Suðurkorea rikin frá valdinum
Suðurkoreanski forsetin, Park Geun-hye, skal leggja frá sær med alla. Tað hevur grundlógardómstólurin í landinum gjørt av
Mótmælisfólk í Seoul í Suðurkorea taka selfie-myndir uttan fyri ein rættarsal eftir at ein dómstólur hevur gjørt av, at forsetin skal leggja frá sær
Mynd: AP  
 
10.03.2017 - 09:18

Eftir ætlan skal forsetaval verða í landinum 9. mai. Forsetin er ákærd fyri mutur og svik saman við vinkonuni, Choi Soon-sil, og tær skulu hava kravt pening frá telefonfyritøkuni, Samsung.

Samsung hevur eftir øllum at døma goldið teimum báðum stórar upphæddir, fyri at fáa loyvi til at leggja tvey av feløgunum í móðirfelagnum saman.

Stuðulin frá stjørnini varð latin, hóast tað hevði við sær eitt tap sum  var nógvar milliardir krónur. Forsetin var fyribils koyrd frá í desember, og nú er hon so sett frá embætinum med alla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659