Minst 10 deyð í spreinging

Minst 10 deyð í spreinging
10 fólk hava latið lív og í minsta lagi 50 hava fingið løstir av einari ella tveimum spreingingum í Santa Pætursborg sambært óváttaðum tølum
Ein ella fleiri spreingingar hava dripið minst 10 fólk og 50 onnur hava fingið løstir í metroini í Santa Pætursborg
Mynd: AP  
 
03.04.2017 - 14:50

Sambært russisku tíðindastovuni, Tass, vóru spreingingarnar í  Sennaya Ploschad-metroini og metroini nærindis teknologiska instituttinum í miðbýnum í Santa Pætursborg.

Tíðindastovan, RIA, endurgevur ein embætismann fyri at siga, at enn er ógreitt, um báðar spreingingarnar í Santa Pætursborg vóru í sama toki.

Greinin heldur fram niðanfyri

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur í fráboðan, at enn er ógreitt, hví spreingingarnar hendu, men hann leggur dent á, at møguliga er talan um yvirgang.

Øll metroin í Santa Pætursborg, sum dagliga flytir meira enn tvær miljónir fólk, er nú stongd. Sambært BBC, hevur metroin í Moskva boðað frá, at har eru serlig trygdartiltøk nú sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659