Stjórnarflogfør bumbaðu eiturvápnagoymslu í Sýria

Stjórnarflogfør bumbaðu eiturvápnagoymslu í Sýria
Sýria vísir aftur, at talan var um álop við eiturgassi
 
05.04.2017 - 10:46

Tað vóru stjórnarflogfør, sum í gjár bumbaðu eina eiturvápnagoymslu í Idlib í Sýria. Gassið, sum lak úr goymsluni, drap í minsta lagi 72 fólk, og í minsta lagi 20 eru børn.

Sýria hevur víst aftur, at talan var um eitt álop við eiturgassi, og tað sama sigur russiska verjumálaráðið.

Men tað vóru sýrisk stjórnarflogfør, sum skutu eftir eini goymslu við eiturgassi, og eiturgassið breiddi seg síðani millum fólk. Tað vóru uppreistrardeildirnar, sum áttu goymsluna, siga russisku myndugleikarnir.

Goymslan var í Irak

Ein talsmaður fyri russiska verjumálaráðið, Igor Konanshenkov, sigur, at goymslan fyrr var í Irak, men er flutt til Idlib-landspartin. Talsmaðurin sigur eisini, at sama slag av eiturgassi er m.a. nýtt í sýriska býnum, Aleppo.

Sýriski stovnurin fyri mannarættindi upplýsti í gjár, at ofrini høvdu froðu um munnin, og at tey kvaldust av gassinum.

Frakland hevur biðið um snarfund í ST um álopið, og tann fundurin verður seinnapartin.

Fleiri uppreistrarbólkar

Tað eru fleiri uppreistrarbólkar, sum halda til í býnum Khan Sheikhoun, har eiturgassið drap fólkini. Teirra millum er ein bólkur, sum fyrr hevur hoyrt til al-Queda.

Ein kanning, sum ST gjørdi í oktober í fjør, vísti, at sýriski herurin í minst trimum førum hevur nýtt klor sum vápn í 2014 og í 2015. Og frágreiðingin vísti eisini, at Islamskur Statur hevur nýtt eiturvápn í Sýria.

Uppreistrardeildirnar vilja ikki hava sitandi á sær, at tær skulu vera orsøk til eiturgassið, og at tær skulu eiga goymsluna. Tí mæla allir uppreistrarbólkarnir til at standa saman ímóti sýrisku herdeildunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659