Her verða rakettir skotnar móti Sýria

Her verða rakettir skotnar móti Sýria
USA skeyt í morgun 59 rakettir eftir eini flogstøð i Sýria. Álopið er aftursvar uppá eitt eiturgassálop týsdagin, tá 86 fólk vórðu dripin
Klokkan 3:45 í morgun skutu tvey amerikonsk herskip til samans 59 Tomahawk-rakettir eftir eini flogstøð í Shayrat
Mynd: Reuters  
 
07.04.2017 - 11:56

Klokkan 3:45 í morgun skutu tvey amerikonsk herskip til samans 59 Tomahawk-rakettir eftir eini flogstøð í Shayrat, nærhendis Homs har vesturi í Sýria.

Sí upptøkuna niðanfyri

Álopið kemur í kjalarvørrinum á einum eiturgassálopi týsdagin í Idlib-landslutinum tá flogfør hjá annaðhvørt sýriska stjórnarherinum ella Russlandi lupu á.

Málið hjá amerikanarum í morgun var ein flogstøð hjá sýriskum stjórnardeildum, sum amerikanarar halda, skipaði fyri eiturgassálopinum í Idlib-landslutinum týsdagin tá 86 fólk lótu lív.

Iran fordømir amerikanska rakettálopið móti sýrisku flogstøðini. Álopið fer at styrkja yvirgangsfólk og ger støðuna verri í økinum, sigur talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið.

Bretskir myndugleikar stuðla fult og heilt amerikanska álopinum í Sýria, boðar Downing Street frá. Turkaland vónar, at amerikanska álopið í morgun fer at fáa frið í økinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659