Innferðarbann sett í verk

Innferðarbann sett í verk
Øll fólk eru ikki longur vælkomin til USA. Umstrídda innferðarbannið hjá Donald Trump er nú sett í verk
Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, móti seks londum í Afrika og Miðeystri, varð sett í verk í nátt
 
30.06.2017 - 08:35

Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, móti seks londum í Afrika og Miðeystri, varð sett í verk í nátt.

Innferðarbannið fevnir um borgarar frá Libya, Iran, Somalia, Sudan, Sýria og Yemen. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum eru muslimar. Upprunaliga var Irak eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur.

Fyribils í verki til oktober

Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi. 

Hægstirættur gav um dagarnar grønt ljós til, at innferðarbannið partvís kann setast í verk. Fyribils til oktober, tá hoyringar skulu vera um bannið.

Innferðarbannið fevnir ikki um fólk, sum mugu metast at hava eitt reiðiligt ørindi í USA. Í viðmerkingunum verða nevnd kona og vermanna. Eisini lesandi á universiteti og starvsfólk, sum hava sáttmála við eina fyritøku í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659