Støðugt arbeiðsloysi í ES

Støðugt arbeiðsloysi í ES
Arbeiðsloysið í ES er støðugt. Ringast stendur til í Grikkalandi, har talið er oman fyri 22 prosent
 
05.07.2017 - 10:06

Arbeiðsloysið í ES er støðugt, og var 7,8 prosent í mai, tað sama sum í apríl. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni í ES. Yvir 19 milliónir fólk høvdu ikki arbeiði, upplýsir hagstovan.

Arbeiðsloysið í ES er kortini tað lægsta síðani í 2008. Frægast stendur til á Malta og í Týsklandi, har arbeiðsloysið var undir trý prosent í mai.

Ringast stendur til í Grikkalandi, har arbeiðsloysið er omanfyri 22 prosent. Í Evrulondunum var arbeiðsloysið góð níggju prosent í mai, tað sama sum í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086