Grønanes sleipaður til lands

Grønanes sleipaður til lands
Vaktar- og bjargingarskipið, Tjaldrið, kom í morgun á Klaksvík við Grønanesi, tí skipið var tætt landi, tá motururin steðgaði
 
08.07.2017 - 12:16

Tjaldrið kom í morgun á Klaksvík við vestmannatrolaranum, Grønanesi, sum hevði fingið maskinskaða. Motorurin á Grønanesi steðgaði upp, tá skipið í nátt var á veg aftur til fiskiskap.

Grønanes var bara ein fjórðing úr Borðoyanesi, tá skiparin klokkan eitt í nátt mátti biðja um hjálp, tí skipið var so tætt landi, og motorurin var steðgaður upp.

- Veðrið var gott, og tað gekst gott hjá Tjaldrinum at sleipa Grønanes á Klaksvík, har skipini komu klokkan 3:30 í morgun, sigur vakthavandi á sjóbjargingarstøðini, MRCC Tórshavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815