Norðoya sparikassi væntar minni avlop í ár

Norðoya sparikassi væntar minni avlop í ár
Til tess at fíggja kappingina um viðskiftafólk hevur Norðoya sparikassi tillagað rentuna, sum sagt verður, fyrra hálvár. 
Útlit eru nú fyri, at niðurskrivingarnar næstu árini vera minni, sigur Norðoya sparikassi
 
27.07.2017 - 08:47

Norðoya sparikassi hevur, nú helvtin av árinum er farið, endurskoðað væntaða vinningin í ár.

Í ársfrásøgnini í fjør varð mett, at í ár fór vanligi raksturin at geva umleið 18 mió. kr. í avlopi, tá niðurskrivingar upp á útlán og virðisjavnan eru undantikin. 

Hetta talið er nú minkað tvær milliónir krónur, niður í 16 milliónir. 

Hørð kapping

Orsøkin er kappingin um útlán og lága rentustigið, sigur Norðoya sparikassi í frásøgn sínari fyri fyrra hálvárið 2017.

Sparikassin væntar, at tillagingar í rakstrinum fyrra hálvár fara at síggjast aftur í rakstrinum seinna hálvár, hóast inntøkurnar verða størri. 

Til tess at fíggja kappingina um viðskiftafólk hevur Norðoya sparikassi tillagað rentuna, sum sagt verður, fyrra hálvár. 

Meginparturin av hesi tillaging saman við økta virkseminum hjá sparikassanum fær ikki fullan virknað fyrr enn í roknskapinum fyri seinna hálvár. 

Fyrra hálvárið niðurskrivaði Norðoya sparikassi útlán og ábyrgdir 300.000 kr.  

Sparikassin hevur gjørt stórar niðurskrivingar seinastu árini. 

Færri niðurskrivingar

Útlit eru nú fyri, at niðurskrivingarnar næstu árini vera minni, sigur sparikassin.

Nýggjar niðurskrivingarreglur koma á nýggjárinum.

Tær eru grundaðar á staðfest tap, og ikki sum nú, á væntað tap. 

Í fyrra hálvári hevði Norðoya sparikassi 8,1 millión í avlopi eftir skatt. Tað var 9,6 mió. kr. fyrra hálvárið 2016.

Bæði innlán og útlán vuksu í halvárinum, innlánini eitt sindur meira enn útlánini.  

42,7 ársverk eru í Norðoya sparikassa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776