Høgni ger sjálvur tillagingar í veiðigjaldinum

Høgni ger sjálvur tillagingar í veiðigjaldinum
Vinnunevndin hevur fingið níggju tillagingar til lógaruppskotið um veiðigjald
Landið skal hava veiðigjald frá fiskivinnuni.
 
29.11.2017 - 11:27

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið níggju broytingar, ella tillagingar, sum hann kallar tær, til lógaruppskotið um veiðigjald frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Høgni Hoydal sigur, at tillagingarnar eru gjørdar eftir fundir við Vinnunevndina og innanhýsis umrøðu í Fiskimálaráðnum.

Orðið nettosøla í uppskotinum verður broytt til søluvirðið av veiðuni, tí ógreitt er, hvat nettosøla er. 

Ein onnur tillaging er, at veiðigjaldið skal gerast upp grundað á teir prísir, sum eru tøkir, tá útrokningin skal gerast.

Revsing í kunngerðir

Og fyribils veiðigjaldið skal eisini rindast fyri landaða nøgd, ikki bara fyri avreidda nøgd, so fyribils veiðigjaldið líkist meira tí endaliga.

Ein onnur broyting er, at rentan verður roknað frá tí degi, sum veiðigjaldið fellur til gjaldingar, - tað er fyrsti í mánaðinum, og ikki sum nú stendur í uppskotinum, tá gjaldsfreistin er, hon er 20'unda.

Rentan er 0,7 prosent um mánaðin.

Og skotið verður upp at seta inn í lógina heimild at áseta revisreglur í kunngerðum, sum hava heimild í lógini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098