Prestar og festarar fáa nú eisini rentustuðul

Prestar og festarar fáa nú eisini rentustuðul
Skattalógin verður broytt, so fólk, sum hava bústaðarskyldu, fáa rentustuðul fyri egnan bústað
Prestar, sum hava skyldu til at búgva í prestagarði, fáa nú rentustuðul, um teir eiga sítt egna hús aðrastaðni. Myndin er av Nesi í Eysturoynni.
 
29.11.2017 - 11:08

Prestar og festarar fáa nú eisini rentustuðul til egnan bústað, sum tey ikki búgva í, tí tey sambært lóg hava bústaðarskyldu.

Treytin er tó, at bústaðurin hjá teimum ikki verður leigaður út. 

Lógin um rentustuðul verður broytt, so eisini tey, sum hava bústaðarskyldu, tí arbeiði teirra krevur tað, fáa rentustuðul, um lánið er avtalað 18.januar 1991 ella seinni. 

Tað eru so at siga bara prestar og festarar, sum hava bústaðarskyldu í Føroyum. Men lógarbroytingin er sjálvandi galdandi fyri øll.

Ætlanin við uppskotinum er ikki at forða fyri, at fólk, sum hava bústaðarskyldu, brúka egnan bústað sín við eitt nú at lata vaksin børn búgva har, so leingi talan ikki er um útleigan. 

Fíggjarnevndin tekur undir við broytingini, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, legði fram.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952