Vinnunevndin gera álit um gjald fyri 16.februar

Vinnunevndin gera álit um gjald fyri 16.februar
Veiðigjaldið hevur verið í nevnd í góðar tveir mánaðir
Veiðigjaldið er úrslit av fiskivinnunýskipanini.
 
22.01.2018 - 10:56

Vinnunevndin hevur fingið freist til 16.februar at skriva álit um lógaruppskotið um veiðigjald, sum nevndin hevur havt síðani 16.november í fjør.

Nevndin hevur biðið løgtingsformannin um meira tíð at viðgera uppskotið, og tað hevur løgtingsformaðurin játtað.

Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, er, at tey, sum fiska, skulu gjalda landskassanum tilfeingisgjald fyri serliga stóra vinningin, sum fiskiskapurin kann geva.

Serliga stóri vinningurin í prosentum av søluvirðinum fyri hvørt fiskaslagið verður veiðigjaldið fyri komandi árið. 

Sama gjald

Øll, sum eru í sama bólki, skulu gjalda sama gjald fyri kilo, so at tað loysir seg at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo í landingar-virði.

Í uppskotinum verður mælt til, at vinningur, størri enn 10 prosent av søluvirðinum, verður roknaður sum serliga stórur vinningur. Og av honum verða 70 prosent ásett sum veiðigjald. 

Harumframt verður veiðigjaldið tillagað, um fiskurin er seldur á uppboði. 

Lógin fær ikki fullan virknað fyrr enn í 2020, og tí verður fyribils gjald sett á í 2018 og 2019 sum partur av avreiðingarvirðinum. 

Heimaflotin, trolarar, línuskip og útróðrarbátar, sum fiska botnfisk, fara sambært uppskotinum og útrokningunum ikki at gjalda veiðigjald í 2018 og 2019.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595