Kring Føroyar: Dávur vann fyrsta teinin

Kring Føroyar: Dávur vann fyrsta teinin
Fyrsti teinurin í súkklukappingini Kring Føroyar varð súkklaður í gjár, og Dávur Magnussen varð fyrstur um málstrikuna.
Mynd: Tórshavnar Súkklufelag  
 
19.07.2018 - 09:07

Fyrsti teinurin í súkklukappingini Kring Føroyar varð súkklaður í gjár. Súkklað var úr Gásadali til Klaksvíkar. 

Opni bólkurin, sum eru menn, byrjaði í Gásadali, meðan kvinnur, unglingar og motionistar byrjaðu í Kollfjarðadali. Málið hjá øllum var í Klaksvík. 

Fyrstur um málstrikuna í opna bólkinum var Dávur Magnussen. Hann súklaði teinin, sum er um 100 km, upp á 2 tímar 44 minuttir og 57 sekund. 

Í hølunum á honum kom Helgi Winther Olsen við tíðini 2,45,27. 

Nummar trý gjørdist Kristian Danielsen við tíðini 2.49.27.

Hjá kvinnum, sum saman við motionistum súkklaðu úr Kollfjarðadali, gjørdist Gullborg Guttesen nummar eitt við tíðini 1.49.18. 

Nummar 2 gjørdist Birita Poulsen - 2.06.39 og nummar trý Maria Svabo Hansen - 2.08.23.

Kappingin heldur fram í dag. Súkklað verður á Sandi, - teinurin er Skálavík, Skopun, Húsavík , Skálavík. 

Opni bólkurin súkklar teinin tvær ferðir, meðan kvinnur og motionistar súkkla teinin einaferð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329