Birnu-málið í rættin aftur síðst í oktober

Birnu-málið í rættin aftur síðst í oktober
Thomas Møller Olsen, sum varð dømdur sekur í at beina fyri 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir, hevur skotið dómin fyri hægri rætt.
Thomas Møller Olsen var dømdur sekur í at hava beint fyri 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir. Landsrætturin hevur gjørt av at viðgera málið 29. oktober.
 
09.10.2018 - 14:29

Landsrætturin í Íslandi fer mánadagin 29.oktober at viðgera málið hjá Thomasi Møller Olsen, sum fyri einum stívum ári síðani fekk 19 ára fongsulsrevsing fyri at beina fyri 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir og fyri at smugla 23 kilo av hashi.

Hann hevur skotið dómin inn fyri hægri rætt.

Bæði ákæruvaldið og verjin hava boðað frá nýggjum prógvum, og hava eisini nýggj vitni. 

Thomas Møller Olsen fer harafturat at leggja aftur at frágreiðing sínari.

Landsrætturin hevur lagt neyva skrá fyri dagin, 29.oktober.

Byrjað verður klokkan níggju um morgunin. 

Tríggir tímar eru settir av til frágreiðingar og at spæla upptøkur frá vakmyndatólum.

Eftir døgurða fær ákærin hálvan annan tíma til sína framløgu, og verjin fær tveir tímar.

Og advokaturin hjá teimum avvarðandi hjá Birnu Brjánsdóttur fær hálvan tíma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424