Merkel vil vinna álitið aftur

Merkel vil vinna álitið aftur
Í fleiri ár hevur politiski flokkurin CSU sitið á valdinum í týska statinum Bayern, men so er ikki longur.
 
16.10.2018 - 08:52

- Læran av hesum er, at eg sum kanslari má tryggja, at vit vinna álitið aftur.

Hetta segði Angela Merkel, samveldiskanslari í røðu fyri týskum vinnulívið í gjár, har hon gjørdi viðmerkingar til lemjandi valúrslitið hjá CSU í Bayern sunnudagin. 

CSU situr í samveldisstjórn saman við flokkinum hjá Merkel, CDU, og hon segði bart út, at vánaliga valúrslitið vísir, at veljararnir hava mist álitið á stjórnina.

- Eg fari at leggja so nógva orku í hetta arbeiðið, sum eg kann, segði samveldiskanslarin í røðu síni. 

Eygleiðarar meta, at afturgongdin hjá CSU fyrst av øllum fer at styrkja um stríðið, sum hevur valdað millum formannin í CSU, Horst Seehofer og Angelu Merkel.

Seehofer hevur verið í beiskum og lutvíst duldum valdsdysti móti Merkel, síðani samveldiskanslarin í 2015 gjørdi av, at meira enn ein millión flóttafólk og tilflytarar skuldu sleppa til Týsklands.

Seehofer er innanríkisráðharri í samveldisstjórnini hjá Merkel. Í stjórnini sita kristiligu demokratarnir í CDU, CSU, umframt týsku sosialdemokratarnir, SPD.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377