Brexit møguliga seinkað

Brexit møguliga seinkað
Tað kann nú taka longur hjá Bretlandi at fara úr ES enn fyrr ætla. Tað er støðan eftir ES toppfundin í gjár. 
 
18.10.2018 - 09:36

Theresa May skuldi á ES-toppfundi í gjár sannføra sínar evropeisku starvsfelagar um, at Bretland var komið nóg langt áleiðis í fyrireikingum til Brexit, og at stjórnin hevði ein meiriluta fyri sínum ætlanum.

Tað kláraði hon ikki, og tí eru Brexit-samráðingarnar, sum skuldu verða í november mánað, avlýstar, tí ES-londini siga nú, at framstigini higartil ikki eru nóg stór.

Eisini er lagt upp til, at tá Bretland skal úr ES, sum er í mars í næsta ár, skal tillagingartíðin verða longd við einum ári afturat.

Tillagingartíðin er tíðin eftir mars í 2019, har Bretland skal rigga síni viðurskiftir við ES av. Í løtuni er tað tíðarskeiðið av í desember 2020, men nú er talan um at leingja til desember 2021. Verður tað gjørt, hevur tað við sær, at Bretland verður verandi í bæði tollsamstarvinum og felagsmarknaðinum í nøkur ár afturat.

Theresa May hevur havt torført við at sannføra sínar stjórnarlimir um, at hon er tann rætta at samráða Bretland úr ES, men tað gerst torførari og torførari fyri hana, tí samráðingarnar ganga ongan veg, og higartil er lítið ítøkiliga komið burturúr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040