Ráðgevin hjá prinsinum mistonktur fyri morð

Ráðgevin hjá prinsinum mistonktur fyri morð
Ein ráðgevi hjá saudiarabiska prinsinum skal hava leitt drápið á tíðindamannin, Jamal Khashoggi, umvegis skype.
Jamal Khashoggi varð seinast sæddur, tá hann fór inn á saudiarabiska konsulátið 2. oktober.
Mynd: AP  
 
23.10.2018 - 09:42

Ein av nærmastu ráðgevunum hjá saudiarabiska prinsinum, Mohammed bin Salmans, skal hava leitt drápið á tíðindamannin, Jamal Khashoggi, umvegis skype, upplýsa fregnartænastukeldur fyri tíðindastovuni, Reuters.

Talan skal vera um Saud al-Qahtani, sum fleiri ferðir hevur funnist at Khashoggi.

Ráðgevin verður sagdur at hava ein stóran leiklut í saudiarabiska fregnartænastuvirkseminum og skal hava skipað fyri fleiri hundrað handtøkum, m.a. tá forsætisráðharrin í Libanon varð tikin.

Al-Qahtani skal hava havt eitt so tætt samskifti við bin Salman í so nógv ár, at kongafamiljan hevur ein trupulleika. Hann hevur sjálvur sagt, at hann einki hevði gjørt, uttan at prinsurin visti av tí.

Tí verður tað torført hjá saudiarabisku myndugleikunum at tosa um hendingina, uttan at prinsurin verður drigin uppí, sigar keldurnar.

Í eini roynd at bøta um støðuna, hevur bin Salman, prinsur, sagt al-Qathani vera ein av fleiri, sum skipaðu fyri drápinum.

Upplýsingarnar um al-Qahtani á netinum eru eisini broyttar frá at vera kongaligur ráðgevi, til at hann stendur á odda fyri teldutrygdini í landinum.

Seinni hava embætismenn upplýst, at al-Qahtani er koyrdur úr starvi, og at hann er tikin. Tað halda keldurnar hjá Reuters er fyri at fjala tað, sum í veruleikanum hendi.

Aðrir miðlar skriva, at ein saudiarabiskur fregnartæmðnastumaður var í klæðunum hjá tíðindamanninum, tá hann stutt eftir drápið fór úr aftur konsulatinum í Istanbul. Hann varð seinni sæddur í Bláu moskuni í býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221