Minst 200 fólk deyð í nýggjum ebolaútbroti

Minst 200 fólk deyð í nýggjum ebolaútbroti
Uppreistrarfólk í Fólkaræðislýðveldinum Kongo forða myndugleikunum í at koppseta fólk. Útbrotið er tað ringasta í 20 ár
Savnsmynd frá september: Heilsustarvsfólk uttan fyri eitt Ebola-viðgerðarheim í býnum Beni, har eysturi í Kongo
Mynd: AP  
 
11.11.2018 - 14:37

Afrikanska Fólkaræðislýðveldið Kongo er í løtuni meint rakt av enn einum deyðiligum ebolaútbroti, sum er tað tíggjunda í røðini síðani 1976.

Útbrotið byrjaði í juli. Higartil er 201 fólk deytt og 291 aðrir tilburðir eru staðfestir, vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum, sambært bretska kringvarpinum, BBC.

Ebolaútbrotið í Fólkaræðislýðveldinum Kongo er tað ringasta síðani 1995, tá 317 tilburðir av sjúkuni vórðu staðfestir í landinum, sambært heimsheilsustovninum, WHO.

Máttu gevast við koppseting

Umleið helvtin av fólkunum, ið eru deyð síðani í juli, eru úr Beni, norðarliga í Kongo, tætt við markið til Uganda. Myndugleikarnir hava sett í verk koppseting fyri at tálma spjaðingini.

Higartil eru 25.000 av teimum til samans 800.000 íbúgvunum í býnum Beni koppsettir. Arbeiðið verður kortini darvað av vápnaðum bólkum, har ebolaútbrotið byrjaði.

Í september vórðu heilsustarvsfólk noydd at gevast við at koppseta fólk og at leita eftir øðrum fólkum, ið vórðu smittað, eftir at ein ugandisk islamisk rørsla leyp á heilsustarvsfólkini, skrivar BBC.

Heilsustarvsfólk dripin

- Starvsfólkini hava upplivað hóttanir, harðskap og burturflyting. Tvey heilsustarvsfólk eru eisini dripin, sigur ráðharrin í heilsumálum í Kongo, Oly Ilunga.

Friðarvarðveitandi herliðini hjá Sameindu tjóðum hava biðið stríðandi partarnar um ikki at órógva og forða heilsustarvsfólkunum í at koppseta fólk í Kongo, men higartil til fánýtis.

Reyði krossur óttast, at sjúkan eisini fer at spjaða seg til grannalondini. Myndugleikarnir hava tí sett í verk herd tiltøk í Burundi, Ruanda, Suðursudan og Uganda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585