Stríðið í Gaza heldur fram

Stríðið í Gaza heldur fram
Sjey fólk eru deyð í stríði, sum aftur er kyknað millum Ísrael og palestinskar herdeildir í Gaza.
 
14.11.2018 - 07:51

BBC skrivar, at palestinar hava skotið meira enn 400 rakettir inn í Ísrael síðani í gjárskvøldið, og at ísraelsk stríðsflogfør hava bumbað hálvtannaðhundrað hernaðarlig mál í Gaza.

ST heitir á partarnar um at vísa hóvsemi.

Spenta støðan íkom, tá ísraelskar herdeildir, sum gjørdu eitt loyniligt átak í Gaza, blivu avdúkaðar sunnudagin. Ein ovasti í Hamas var ein av sjey stríðsmonnum, sum lótu lív í bardaga, og ein ísraelskur heryvirmaður, sum tók lut í loyniliga átakinum, doyði eisini.

Tað vóru annars ábendingar um linna í spentu støðuni, eftir at Egyptaland og ST royndu at fáa frið í lag á markinum til Gaza, har meira enn 200 palestinar eru dripnir síðani mars mánað. 

Ísraelski herurin er fyri ákoyringum fyri at hava brúka óneyðuga makt móti mótmælisfólki á markinum til Gaza, men verjir seg við, at teirra herfólk bara hava skotið við skørpum, tá tað hevur verið í sjálvverju, ella tá møgulig álopsfólk hava roynt at komið sær inn á ísraelskt øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873