Yvirtøka samtykt skjótt í løgtinginum

Yvirtøka samtykt skjótt í løgtinginum
Uttanlandsnevndin mælir einmælt til at samtykkja uppskotið hjá løgmanni um at yvirtaka málsøkið, sum eitur kort- og landmátingarmyndugleikin
Føroyingar skulu nú sjálvir gera Føroyakortini.
 
30.11.2018 - 07:09

Løgtingið fer skjótt at samtykkja eina yvirtøku.

Uttanlandsnevndin mælir einmælt til at samtykkja uppskotið hjá løgmanni um at yvirtaka málsøkið, sum eitur kort- og landmátingarmyndugleikin.

Tá Fólkaflokkurin hevur lagt sama uppskot fram heilar tríggjar ferður í hesum valskeiðinum, hevur meirilutin í Uttanlandsnevndini annars mælt til at fella málið.

Orsøkin er, sigur samgongan, at hon vil eisini hava myndugleikan at gera sjókort við í yvirtøkuna.

Og tann myndugleikin, at gera sjókort, er við nú.

Ikki í gildi alt fyri eitt

Lógin um yvirtøkuna skal koma í gildi 1.apríl næsta ár, sjókortini tó ikki fyrr enn 1.januar í 2020.

Tveir arbeiðsbólkar við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein fyri landkort og ein fyri sjókort. 

Arbeiðssetningurin hjá báðum bólkum er at lýsa, hvussu økini verða fyrisitin í dag, altjóða samstarv, hvussu yvirtøkan ítøkiliga verður framd og framtíðar samstarv millum føroyskar og danskar myndugleikar, eisini altjóða bindingar. 

Sambært tíðarætlanina verða báðar frágreiðingarnar latnar í ár. 

Mett verður, at tað fer at kosta 2,6 mió. kr. at yvirtaka landkortini og 5,6 mió. kr. at yvirtaka sjókortini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558