CIA kunnar um Khashoggi-málið

CIA kunnar um Khashoggi-málið
Ovastin fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA fer í dag at kunna amerikonsku kongressina um morðið á saudiska journalistin, Jamal Khashoggi.
 
04.12.2018 - 08:29

Gina Haspel, sum CIA ovastin eitur, skuldi siga leiðarum í senatinum frá hendingini í síðstu viku, men hon møtti ikki upp, og tað fekk øði í fleiri politikarar.

Khashoggi varð myrdur í Saudiska konsulátinum í Istanbul í Oktober.

Amerikanskir miðlar hava sagt, at CIA hevur gjørt niðurstøðu um, at tað sannlíkt var sjálvur krúnprinsur Mohammed bin Salman í Saudiarabia, sum hevur givið boðini um, at Khashoggi skuldi takast av døgum.

Saudiskir myndugleikar hava skuldsett 11 fólk fyri drápið, men nokta fyri, at krúnprinsurin skal hava havt nakað við hendingina at gera.

Sambært amerikonsku miðlafrásagnunum hevur CIA prógv fyri, at krúnprinsurin samskifti við Saud al-Qahtani, sum skal hava staðið á odda fyri drápinum.

Men Mike Pompeo, uttanríkisráðharri, og James Mattis, hernaðarmálaráðharri, søgdu senatorum frá í síðstu viku, at einki beinleiðis prógv er fyri, at krúnprinsurin var uppíblandaður.

Donald Trump, forseti, hevur sagt, at CIA ikki hevur avgerandi upplýsingar, sum blanda krúnprinsin upp í hendingina.

Enn hevur CIA ikki havt viðmerkingar til hendingina, men sambært amerikonskum miðlum ilskast CIA-ovastin, Gina Haspel, um, at miðlar og politikarar onkursvegna hava fingið upplýsingar frá CIA.

Jamal Khashoggi var víðagitin saudiskur journalistur. Hann segði millum annað frá soviettisku innrásini í Afghanistan í 1979 og um Osama bin Laden í fleiri saudiskum tíðindastovnum.

Í fleiri áratíggju var hann væl við saudisku kongafamiljuna, og hann arbeiddi eisini eitt skifti sum ráðgevi fyri stjórnina.

Men hann kom í ónáð og fór í útlegd í USA í fjør. Haðani skrivaði hann kritiskar greinar um krúnprins bin Salman í blaðnum Washington Post.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532