Avloysarin hjá Merkel skal finnast

Avloysarin hjá Merkel skal finnast
Umboð fyri stóra borgarliga flokkin í Týsklandi, CDU, skulu í dag velja nýtt fólk í formans- ella forkvinnusessin fyri Angelu Merkel.
 
07.12.2018 - 13:02

Stríðsval er í dag í týska krist-demokratiska flokkinum, CDU. Hetta er fyrstu ferð síðani 1971, at stríðsval er um sessin, og trý valevni bjóða seg fram. 

Síðani Angela Merkel boðaði frá, at hon ikki stillar uppaftur, hevur valstríð verið um, hvør skal avloysa hana í forkvinnusessinum. Lokalval hava verið hildin, og nú seinnapartin er so landsfundur hjá CDU í Hamburg.

Valið stendur millum Annegret Kramp-Karrenbauer og Friedrich Merz. Eitt triðja valevni bjóðar seg fram, 38-ára gamli Jens Spahn, men han verður ikki mettur at hava stórar møguleikar, skrivar m.a. Der Spiegel.

Annegret Kramp-Karrenbauer hevur drúgvar royndir og hevur havt nógvar álitissessir í CDU. 

Hon er aðalskrivari í flokkinum, hevur verið stjórnarforseti fyri landsparta-tingið í Saarlandes, og hon var fyrsti kvinnuligu innanríkisráðharri í søgu Týsklands. 

Hon hevur arbeitt tætt saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara, og hetta hevur eisini givið henni eyknevnið "Mini Merkel". 

Men Annegret Kramp-Karrenbauer hevur roynt at rist skuggan av Merkel av sær. 

- Eg eri 56 ára gomul, eg havi trý vaksin børn, eg havi skapt mær eina ordans karrieru. Tað er avgjørt einki "mini" við mær, segði hon í eini sjónvarpssamrøðu í síðsta mánað.

Friedrich Merz er eisini gamal kenningur í CDU, har hann næstan rakk upp á tindin, men noyddist at víkja fyri Angelu Merkel. Hann er 63 ára gamal, er á høgravonginum í CDU, hevur verið limur í Europaparlamentinum. Í 2009 tók hann seg úr politikki, arbeiddi sum løgfrøðingur í privata vinnulívinum, mest innan fíggjarvinnu, til hann í ár aftur trein inn á politiska pallin og bjóðaði seg fram at stjórna CDU eftir Angelu Merkel. 

Kramp-Karrenbauer hevur áhaldandi verið á odda í stríðnum um formanssessin í meiningarkanningum, bæði millum veljararnar hjá CDU og hjá týska fólkinum sum heild. 

Men tað eru ikki hesi, sum sleppa at gera av, hvør skal vera forkvinna ella formaður. Tað eru tey 1001 umboðini hjá lokalfeløgunum, sum seinni í dag á loyniligari atkvøðugreiðslu fara at velja nýtt oddafólk. Kanska fleiri atkvøðugreiðslur skulu til, um kvalifiseraður meirluti ikki fæst.

Tá Angela Merkel síðst í oktober boðaði frá, at hon ikki stillaði upp aftur sum forkvinna, boðaði hon samstundis frá, at hon ætlaði at verða sitandi sum samveldiskanslari skeiðið út, til 2021. Men hvør verður forkvinna ella formaður í CDU, kann fáa avgerandi ávirkan á tað.

Vinnur Annegret Kramp-Karrenbauer, kann Merkel hugsast at verða sitandi, tí tær samstarva væl. Men vinnur Friedrich Merz, sum vil hava CDU á aðra leið, so kann tað fara at verða torført hjá Merkel.

Merz vil hava CDU út frá miðjuni og inn móti høgru, hetta fer so eisini at hava avleiðingar fyri stjórnarsamstarvið millum CDU og sosialdemokratarnar í CSU.

Angela Merkel hevur verið forkvinna í CDU í 18 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819