Merkel sigur nei til samráðingar við May

Merkel sigur nei til samráðingar við May
Tað kemur ikki upp á tal, at ES-londini fara at taka samráðingarnar við Bretland uppaftur, sigur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel.
 
12.12.2018 - 08:40

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, var í gjár í Berlin og loddaði dýpið, nú tað er vorðið greitt, at bretska parlamentið ikki tekur undir við Brexit-avtaluni, sum hon sær út í løtuni.

Merkel hevur sagt konservativum floksfeløgum í kvøld, at hon á fundinum við Theresu May segði, at hon dugir ikki at síggja, at fleiri samráðingar kunnu verða um avtaluna.

- Vit hava sagt, at avtalan um at fara burtur úr ES verður ikki latin uppaftur, segði samveldiskanslarin sambært týsku tíðindastovuni, DPA.

25. november góðkendu ríkis- og stjórnarleiðararnir á einum ES-toppfundi avtaluna, sum bretar og ES gjørdu eftir samráðingar í hálvt annað ár.

Ætlanin var, at bretska parlamentið skuldi atkvøða um Brexit-avtaluna í kvøld, men í gjár avgjørdi Theresa May at útseta atkvøðugreiðsluna, tí hon staðfesti, at meiriluti var ikki fyri avtaluni.

Í gjár hitti Theresa May at hitta formannin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, og forsetan í ES, Donald Tusk, í Brússel.

Hon skal eisini hitta eysturríkska kanslaran, Sebastian Kurz, og í dag fer Theresa May at hitta írska forsætisáðharran, Leo Varadkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904