May heldur fram sum forsætisráðharri

May heldur fram sum forsætisráðharri
Theresa May heldur fram sum forsætisráðharri í Bretlandi og sum forkvinna í konservativa flokkinum.
 
13.12.2018 - 09:44

Tað er greitt eftir atkvøðugreiðsluna um uppskotið um misálitisváttan, sum 48 konservativir parlamentslimir reistu móti henni í gjár.

Tá avtornaði, vann Theresa May atkvøðugreiðsluna.

200 søgdu seg framvegis hava álit á henni, og 117 søgdu seg ikki hava álit á forsætisráðharranum.

Theresa May sigur, at hon er fegin um stuðulin, men hon viðgongur, at nógv atkvøddu fyri misálitinum.

- Eg havi lurtað eftir tí, sum mótstøðufólkini siga, segði Theresa May í gjárkvøldið, tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð greitt í gjárkvøldið.

Nú verður hildið fram við Brexit, segði hon.

Theresa May segði í gjár, at hon fer ikki at standa á odda í konservativa flokkinum upp undir næsta parlamentsvalið, sum verður í seinasta lagi í 2022.

Men hon segði einki um, nær hon ætlar at leggja frá sær sum floksleiðari.

Í dag fer Theresa May til Brússel at hitta hinar ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES um markið millum Norðurírland, sum fer burtur úr ES saman við Bretlandi, og Írland, sum heldur fram í ES.

Backstop-avtalan, sum hon verður nevnd, skal tryggja, at tað verður ikki neyðugt at hava tollarar á markinum, hóast Bretland og ES ikki verða samd um eina fríhandilsavtalu, eftir at Brexit er komið í gildi.

Tað ber í sær, at Bretland verður verandi í tollsamgongu við ES. 

Men fleiri konservativir parlamentslimir stúra fyri, at Bretland við hesi avtaluni ongantíð sleppur burtur úr ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377