Mótmæla tveimum nýggjum lógum í Ungarn

Mótmæla tveimum nýggjum lógum í Ungarn
Fólk í hópatali hava seinastu dagarnar mótmælt tvær nýggjar lógir í Ungarn, sum geva arbeiðsgevarum fleiri rættindi  
Fleiri túsund fólk mótmæltu sunnudagin ungarska forsetan og stjórn hansara, sum við meiriluta hava samtykt eina nýggja lóg, sum fólkið vil vera við er ein "trælalóg".
 
18.12.2018 - 08:58

Fleiri túsund fólk mótmæltu sunnudagin uttanfyri parlamentið og uttanfyri almennu sjónvarpsstøðina í Budapest í Ungarn. Eisini vóru mótmælisgongur í øðrum størri býum í landinum. Hetta er fjórða mótmælisgonga í eina viku.

Í gjár royndu tvey mótmælisfólk, sum sita í tjóðartinginum, at sleppa inn í almenna sjónvarpið, MTVA, fyri at lesa eini boð upp, men tað eydnaðist ikki. 

Allir andstøðuflokkar eru umboðaðir í mótmælisgongunum saman við studentarfeløgum og fakfeløgum. 

Orsøkin til mótmælini eru tvær nýggjar lógir, sum nýliga eru settar í verk. 

Onnur er ein arbeiðslóg, har arbeiðsgevarar nú kunnu áleggja starvsfólkum sínum at arbeiða 400 tímar yvirtíð um árið. 

Sama lógin gevur arbeiðsgevarum heimild at bíða við at rinda fyri yvirtíðina í trý ár, og tí rópa mótmælisfólkini hesa lóg fyri trælalógin.

Hin umstrídda lógin, sum er sett í gildi, ger, at myndugleikarnir skulu seta nýggjan dómstól, sum m.a. skal døma í málum, sum snúgva seg um vallógina og mutur.

Dómstólurin skal leggjast beinleiðis undir løgmálaráðið. Tað er í stríð við valdbýtisprinsippið, um at dómstólar skulu verða leysir av politiskari stýring.

Orsøkin til nýskipanirnar er trot á arbeiðsmegi. Fólk flyta úr landinum, samstundis sum landið bara vil taka ímóti fáum tilflytarum.

Ungarnska stjórnin sigur, at nýggja lógin er fyrimunur fyri arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar.

Funnist verður at nýggja dómstólinum, og sagt verður, at hann er stovnaður fyri at tulka vallógina til frama fyri valdshavarar, tí tað eru ofta teir, sum verða skuldsettir fyri mutur.

Eisini verður sagt, at nýggi dómstólurin er liður í avlagingini hjá Victor Orban, forsætisráðharra, av demokratinum, síðani hann varð valdur fyri aðru ferð í 2010.

Stjórnarflokkurin, Fidesz, hevur meirilutan í parlamentinum, og tað merkir, at stjórnin kann fáa lógaruppskot samtykt uttan at taka atlit at andstøðuni, sum er veik.

Fyri nógvar veljarar hevði tað stóran týdning undir valstríðnum í apríl, at verja landið móti muslimskum tilflytarum. Tað var eisini eitt av høvuðsevnunum undir valstríðnum í aprílmánaði, tá Orban varð afturvaldur fyri triðju ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311