Bohemian Rhapsody vann størsta heiðurin

Bohemian Rhapsody vann størsta heiðurin
Bohemian Rhapsody og Netflix-filmurin Roma vunnu bæði standmyndir og yvirskriftir á Golden Globe-handanini í nátt
Rami Malik var stórfavorittur at vinna fyri sína framúrskarandi vangamynd av Freddie Mercury
 
07.01.2019 - 06:28

Filmarnir Bohemanian Rapsody og Roma, ið bert sæst á Netflix, vunnu størsta heiðurin á árliga Golden Globe handanini í nátt.

Filmurin um lívið hjá Freddie Mercury og bólkinum Queen var kostin besti filmur og Rami Malek, ið spælir Freddie Mercury, vann heiðurin fyri besta høvuðsleiklut hjá monnum.

Hjá kvinnunum vann Glenn Close fyri leiklut sín í filminum The Wife. 

Netflix filmur

Og fyri fyrstu ferð nakrantíð vann ein filmur, ið er gjørdur fyri og til Netflix burturav, ein av teimum fínu standmyndunum.

Svart-hvíti meksikanski filmurin Roma varð kostin besti útlendski filmur, og leikstjórin Alfonso Cuarón vann heiðurin sum besti leikstjóri. Netflix hevur áður vunnið gull og heiður fyri røðir sínar, men ikki fyri film. 

Nógv kjak hevur verið seinnu árini um leiklutin hjá stroymingtænastum í filmsvinnuni, m.a. um filmar, ið ongantíð hava verið vístir á stórum biografskíggja, skulu teljast við á stóru filmsfestivalunum.

Við heiðrinum á Golden Globe handanini í nátt er Roma stórfavorittur til at gerast fyrsti Netflix-filmur nakrantíð at vinna eina Oscar virðisløn í februar. 

 

Vinnarar

Besti filmur, drama: "Bohemian Rhapsody"

Besti filmur, komedia eller musikal: "Green Book"

Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur, drama: Glenn Close, "The Wife"

Besti mannligi høvuðsleiklutur, drama: Rami Malek, "Bohemian Rhapsody"

Besti kvinnuligi høvuðsleiklutur, komedia ella musikal: Olivia Colman, "The Favourite"

Besti mannligi høvuðsleiklutur, komedia ella musikal: Christian Bale, "Vice"

Besti kvinnuligi hjáleiklutur: Regina King, "If Beale Street Could Talk"

Besta mannliga hjáleiklutur: Mahershala Ali, "Green Book"

Besti leikstjóri: Alfonso Cuarón, "Roma"

Besta handrit: Brian Hayes Currie, Peter Farrelly og Nick Vallelonga, "Green Book"

Besti sangur: 'Shallow', "A Star Is Born"

Besti filmtónleikur: Justin Hurwitz, "First Man"

Besti útlendski filmur: "Roma", Alfonso Cuarón (Meksiko)

Bedste animasjónsfilmur: "Spider-Man: Into the Spider-Verse"

 

Fleiri aðrar virðirslønir vóru latnar eitt nú sjónvarpsrøðum í ymiskum sjangrum.

Allar virðislønir og allir vinnarar síggjast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189