Samráðingar um fiskirættindi halda fram í dag

Samráðingar um fiskirættindi halda fram í dag
Samráðingar millum íslendsk og føroysk embætisfólk um fiskirættindasáttmála fyri 2019 og rammuavtalu fyri fleiri ár eru í Havn í dag
Føroysk línuskip hava kunnað fiskað í íslendskum sjógvi.
 
31.01.2019 - 13:10

Samráðingar millum íslendsk og føroysk embætisfólk um fiskirættindasáttmála fyri 2019 og rammuavtalu fyri fleiri ár eru í Havn í dag.

Eingin sáttmáli er fyri 2019. Londini hava havt samráðingar síðani í fjør heyst, men higartil uttan úrslit. Fyri jól kom fram, at íslendska stjórnin roknar ikki við fiskiskapi í føroyskum sjógvi í ár.

Íslendingar vilja broyta

Íslendingar hava fiskað svartkjaft og norðhavssild í føroyskum sjógvi. Íslendingar vilja broyta sáttmálan við Føroyar.

Tey halda seg lata ov nógv afturfyri at sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Føroyar fáa fimm prosent av íslendsku heildarkvotuni av lodnu, tó í mesta lagi 25.000 tons.

Føroyar fáa eisini 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi. Tað heldur íslendska fiskimálaráðið er alt ov nógv at lata fyri, at íslendsk skip sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327