At varskógva er at smetta siga tingfólk

At varskógva er at smetta siga tingfólk
Varskógvaraskipanin kemur í gildi 1. mars. Endaliga samtykt í gjár
Skjótt kunnu tey, sum arbeiða hjá tí almenna, gera vart við skeivleikar á arbeiðsplássinum eftir einari skipan, sum løgtingið hevur samtykt
 
13.02.2019 - 07:56

Eftir drúgvt orðaskifti, tá triðja viðgerð var í tinginum í gjár, varð lógin um varskógvaraskipan hjá teimum, sum arbeiða hjá tí almenna, samtykt í gjár. Lógaruppskotið fekk 12 atkvøður fyri og 11 vóru ímóti.

Andstøðan í tinginum mælti staðiliga frá at samtykkja uppskotið.  Varskógvaraskipanin varð kallað ein smettaraskipan. Hon er bæði óneyðug og ódámlig, søgdu andstøðufólk.

Men uppskotið varð tó samtykt. Lógin um varskógvaraskipan kemur í gildi 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266