Í gildi fyrst - síðani kann sáttmálin broytast

Í gildi fyrst - síðani kann sáttmálin broytast
Ítøkilig ynski um broytingar í fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Stórabretland mugu takast upp eftir, at sáttmálin er komin í gildi
Stórabretland ætlar úr ES 29.mars.
 
06.03.2019 - 08:01

Ítøkilig ynski um broytingar í fríhandilssáttmálanum millum Føroyar og Stórabretland mugu sum meginregla takast upp eftir, at sáttmálin er komin í gildi. 

Eftir ætlan og sambært sáttmálatekstinum kunnu slíkar broytingar gerast í felagsnevndini, sum hevur fund eina ferð um árið. 

Londini hava í einari felagsyvirlýsing um sáttmálan gjørt semju um, at felagsnevndin fer at eftirmeta, hvørjar føroyskar fiskavørur og landbúnaðarvørur hava tollfría atgongd til bretska marknaðin.

Áheitan á bretar

Landsstýrið fer at heita á bretskar myndugleikar um at fara til verka í felagsnevndini sum skjótast eftir, at sáttmálin kemur í gildi. Tað ger hann, tá handilssáttmálin við ES ikki longur er galdandi fyri Føroyar og Stórabretland. 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Jógvan Skorheim, løgtingsmann.

Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Stórabretland hevur sum endamál at tryggja, at verandi rættindi og skyldur halda fram á handilsøkinum sambært galdandi handilssáttmála millum Føroyar og ES, sum er frá 1996.

Fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Stórabretland er komin í løgtingið. Fyrsta viðgerð verður fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659