Google fær aftur bót

Google fær aftur bót
ES-nevndin hevur givið Google eina bót upp á 1,49 milliardir evrur, umleið 11 milliardir krónur í okkara peningi
ES-nevndin fer aftur at geva kt-risanum, Google, ein bót fyri at hava brotið kappingarreglurnar í ES
 
20.03.2019 - 15:12

ES-nevndin fer aftur at geva kt-risanum, Google, ein bót fyri at hava brotið kappingarreglurnar í ES. Tað upplýsir ES-nevndarlimurin í kappingarmálum, Margrethe Vestager.

ES-nevndin hevur givið Google eina bót upp á 1,49 milliardir evrur, ella umleið 11 milliardir krónur í okkara peningi, fyri ólógliga at hava misbrúkt sítt vald á marknaðinum til at samráðast um lýsingar á netinum, sigur Margrethe Vestager.

 >> SÍ EISINI Google 373 milliónir í bót frá myndugleikunum

Bótin er úrslitið av einari drúgvari kanning av AdSense-tænastuni hjá Google, sum hevur fyritøkum møguleika at fáa fyrimunir í leititænastuni hjá Google.

Margrethe Vestager sigur, at Google hevur misbrúkt sítt vald á marknaðinum í meira enn 10 ár, og tað hevur havt við sær, at aðrar fyritøkur hava ikki hava sama møguleika at gera seg galdandi á økinum.

Triðju ferð

Hetta er triðju ferð í minni enn trý ár, at ES-nevndin gevur Google bót. Í juni í 2017 fekk kt-risin 18 milliardir krónur bót.

Í juli fjør fekk Google 32 milliardir krónur í bót, og nú hevur ES-nevndin gjørt av, at Google aftur skal bøta 11 milliardir krónur.

Fyrsta bótin varð latin, tí Google gav síni egnu tænastu, Google Shopping, fyrimun, og í fjør fekk Google bót fyri kappingaravlaging í samband við Android-stýriskipanina til fartelefonir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450