Banki minkar kapitalin

Banki minkar kapitalin
BankNordik hevur nú minkað kapitalin úr 200 niður í 192 milliónir krónur
BankNordik hevur minkað kapitalin
 
26.04.2019 - 12:09

Eingin boðaði frá krøvum móti bankanum, so kapitallækkingin er góðkend og framd. Kapitalurin er minkaður við 400.000 partabrøvum, sum bankin sjálvur átti, og sum hann hevur keypt seinastu árini.

Aðalfundurin hjá BankNordik 21. mars tók undir við einum uppskoti frá nevndini um at minka partapeningin í bankanum. BankNordik segði tá, at kapitallækkingin er løgfrøðiliga at meta sum útlutan til partaeigararnar. 

Tí tær átta milliónirnar, sum partapeningurin nú er niðurskrivaður, er útgoldin til partaeigarar bankans sum gjald fyri partabrøv, sum bankin hevur keypt fyri kurs 117,19 krónur.

Men BankNordik ætlar tó at keypa fleiri partabrøv, tí nevndin fekk á aðalfundinum í mars loyvi til at leingja heimildina at keypa til 1. mars 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815