Hey mælir til felags 5G-net

Hey mælir til felags 5G-net
Eitt felags 5G-net er bíligari fyri tele-veitararnar og harvið eisini brúkaran, sigur Hey, sum mælir Fjarskifitiseftirlitinum til at hava eitt net.
 
30.04.2019 - 07:44

Telefelagið Hey hevur sent Fjarskiftiseftirlitinum umsókn um royndarloyvi at útbyggja 5G í Føroyum.

Felagið ætlar í fyrstu atløgu at royndarkoyra 5G á útvaldum støðum í landinum, harímillum Havnini, Klaksvík, Runavík og Tvøroyri; men hevur langskygda ætlan um eitt landsumfatandi 5G Net, boðar Hey frá í skrivi.

Veitarin av 5G útgerðini hjá Hey er Huawei. 

Felags net er bíligari fyri allar partar

Hey mælir samstundis til, felagið og hini tele-veitararnir deila eitt og sama 5G-net, heldur enn at byggja tvey sjálvstøðug net í Føroyum. 

 - Tað hevur positiva ávirkan á samfelagsbúskapin, tí kostnaðurin til útbúgving og rakstur av 5G-netinum lækkar fyri allar veitarar, og harvið lækkar eisini prísurin til endabrúkaran, skrivar Hey í umsóknini til Fjarskiftiseftirlitið.

 - Hetta sjónarmið meta vit eru umráðandi at taka upp í samband við tilgongdina at tilluta veitarum frekvensir til 5G-tøkni, skrivar Hey víðari í umsóknini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815