Ísrael: Búseting uppkallað eftir Trump

Ísrael: Búseting uppkallað eftir Trump
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið eina búseting nevnda eftir sær á umstríddu Golan-herðunum. Tað skrivar enska blaðið, The Guardian
 
17.06.2019 - 07:49

Benjamin Netanyahua avdúkaði í gjár eitt stórt skelti við nýggja navninum á. Eftir ætlan skulu 400 íbúðir byggjast á Trump - herðunum, sum býlingurin eitur. Stríð hevur verið um Golan herðurnar síðani Ísrael hertók tær frá  Sýria í 6-daga krígnum í 1967. 

Twitter góðkenning 
Hóast mótmæli frá ST og limalondum tess hevur Ísrael lagt Golan-herðurnar undir ísraelska lóg. ST viðurkennir ikki, at Golan herðurnar eru partur av Ísrael. Men fyrr í ár viðurkendi Donald Trump, forseti í einum twitter boðum, vegna USA, at Golanherðurnar eru ísraelskar.Viðurkenningin kom sera væl við hjá ísraelsku stjórnini, ið hevur stríðst fyri at fáa heimssamfelagið at viðurkenna hertøkuna - millum annað við búsetingum -  í hálva øld. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533