Vil hoyra hvussu vindmyllur ávirka umhvørvið

Vil hoyra hvussu vindmyllur ávirka umhvørvið
Umhvørvisstovan hevur spurt, hvussu vindmyllurnar hjá smápartafelagnum Vindrøkt vestan fyri Gellingarklett í Hoyvíkshaganum fara at ávirka umhvørvið
Gellingarklettur.
 
04.07.2019 - 13:12

Umhvørvisstovan hevur biðið um viðmerkingar um, hvussu vindmyllurnar hjá smápartafelagnum Vindrøkt vestan fyri Gellingarklett í Hoyvíkshaganum fara at ávirka umhvørvið.

Vindrøkt ætlar at seta seks vindmyllur upp vestan fyri Gellingarklett.

Myllutornini eru góðar 78 metrar høg, og við veingjunum er hæddin slakar 120 metur. 

Myllurnar kunnu gera streym, tá vindferðin er millum 2,5 metrar um sekundið og 34 m/s. 

Lógin krevur

Elveitingarlógin sigur, at felag, sum ætlar at gera streym, skal gera eina umhvørvisárinsmeting, sum Umhvørvisstovan skal góðkenna.

Árinsmetingin viðger árin á umhvørvið, plantur og djór, og mett verður um skuggakast og óljóð frá vindmyllulundini.

Almenningurin, áhugafeløg og myndugleikar kunnu gera viðmerkingar um umhvørvisárinsmetingina.

Freistin er til 15.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846