Fiskivinnuráðið vrakar tilmælið

Fiskivinnuráðið vrakar tilmælið
Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við ætlaðu broytingini hjá landsstýrismanninum
 
17.07.2019 - 09:27

Fiskivinnuráðið tekur ikki undir við ætlaðu broytingini hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um at broyta kunngerðina um treytirnar í útróðrabólki 5A og 5B.

Seinnapartin í gjár hevði fiskivinnuráðið fund um íkomnu støðuna, nú allir dagarnir í bólki 5B eru fiskaðir. 

Ráðið skuldi taka støðu til uppskot um at flyta nakrar útróðrarbátar upp í bólk 5A, soleiðis at teir kunnu fiska av teimum fiskidøgum, sum enn eru eftir í bólki 5A. 

Mæla til eina varandi loysn

Fyri stuttari tíð síðani kom niðurstøðan frá Fiskivinnuráðnum - tey siga, at tað er ein óskikkur at broyta fortreytirnar hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni í tíð og ótíð.

Víðari siga tey, at sannlíkt fara fullriknu útróðrarbátarnir í bólki 5A at mangla dagar seinni í ár, um broytingin verður gjørd kortini.

Fiskivinnuráðið mælir samanumtikið til, at ein varandi loysn og skynsom skipan verður gjørd fyri bólk 5, sum er útróðrarbátarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098