Um hálvtannað ár verður hámarkið hálv lús

Um hálvtannað ár verður hámarkið hálv lús
Næsta ár minkar loyvda laksalúsatalið og í 2021 minkar tað enn meira
Laksalús.
 
17.07.2019 - 12:51

Lúsakunngerðin verður herd 1. august. Sambært galdandi kunngerð er loyvda hámarkið í hvørjum aliøki hálvonnur vaksin kvennlús í miðal.

1.juni næsta ár verður hetta hámarkið lækkað niður í eina vaksna kvennlús, og 1. juni 2021 niður í hálva vaksna kvennlús, kunnger Uttanríkis- og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Hámarkið nú er hálvonnur vaskin kvennlús í miðal. Í 48 teljingum nú í juli og í juni, er bara skrásett hálvonnur lús í einum alibrúki. Øll hini eru langt undir markinum.

Færri klipp

Kunngerðin verður eisini herd viðvíkjandi klippum. Verður farið upp um markvirðið fyri laksalús fær alari klipp.

Sambært kunngerðini, sum kom í 2016, fær alibrúk eisini klipp fyri heilivágin, sum verður brúktur at gera av við lýsnar.

Alibrúk, sum nú kunnu hava tíggju klipp, fara, tá broytta kunngerðin er komin í gildi, bara at kunna hava átta klipp, áðrenn smolttalið ikki skal hækka, ella tað skal lækka.

Hægstamarkið, sum nú er 20 klipp, lækkar niður í 16 klipp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595