Gitte fyri Trónd

Gitte fyri Trónd
Tróndur í Gøtu skal umvælast og liggur tí í eitt ár, skrivar Varðin á heimasíðuni. Størsta fiskiskip í Danmark leigað at fiska kvoturnar hjá honum
Tróndur í Gøtu skal hava nýtt gir og liggur í eitt ár
 
19.07.2019 - 13:23

Tróndur í Gøtu skal umvælast og liggur tí í eitt ár, skrivar Varðin á heimasíðuni. Girið hjá Tróndi í Gøtu brotnaði 16.apríl. 

Tað vísti seg, at skipið skal hava nýtt gir. Slíkt gir er ikki á goymslu, men skal gerast til Trónd í Gøtu. Tróndur í Gøtu liggur tí væntandi í eitt ár.

Men uppsjóvarkvoturnar hjá skipinum fara tó ikki fyri skeytið. Tí Varðin hevur leigað onga minni enn Gitte Henning úr Skagen, sum bara er ársgomul.

Leiguavtalan hevur eisini forkeypsrætt, um P/f Varðin vil keypa Gitte Henning, skrivar Varðin á heimasíðuni. Gitte Henning kemur til Føroya um mánaðaskiftið august/september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693