Neyðtøkumál móti Ronaldo slept

Neyðtøkumál móti Ronaldo slept
Fótbóltsleikarin Cristiano Ronaldo skal ikki fyri rættin, at verja seg móti neyðtøkuákærum
Cristiano Ronaldo á veg í rættarhølið í Madrid 22. juni. Nú er eitt neyðtøkumál móti honum, sum byrjaði í 2009, slept
 
23.07.2019 - 10:10

Heimskendi fótbóltsleikarin Cristiano Ronaldo, sum í dag spælir við italienska stórfelagnum Juventus, skal ikki fyri rættin í USA, at verja seg móti ákærum um neyðtøku. 

Tað boðar ákærin í Clark County í Las Vegas frá á sosiala miðlinum Twitter, sambært heimasíðuni hjá DR. 

Kanningararbeiðið steðgaði í 2009

Mett verður ikki, at tað kann prógvast, at Cristiano Ronaldo - uttan nakran iva - er sekur í at hava neyðtikið eina kvinnu í Las Vegas í 2009. 

Ákærin í Las Vegas váttar, at kvinnan meldaði tilburðin í 2009, men at hon tá ikki ynskti at siga, hvør hevði neyðtikið seg ella hvar tað hendi. Tí steðgaði kanningararbeiðið í 2009. 

Ronaldo hevur ongantíð noktað, at tey bæði hittust í 2009, men hann hevur tvíhildið um, at alt hendi í sátt og semju. 

Gekk við til eina semju

Kvinnan, Kathryn Mayorga, sum í dag er 34 ár, gekk eftir øllum at døma við til eina semju við advokatarnar hjá Ronlado uttan um rættin. Við semjuni fylgdu pengar, men eisini kravið um at málið ikki kom fyri rættin, og at hon tagdi um tað, ið var hent. 

Men í kjalavørrinum av metoo-rørsluni, hevur Kathryn Mayorga roynt at fingið semjuna strikaða, tí hon vildi hava sína sak fyri rættin.

Tí bað hon í fjør løgregluna í Las Vegas um at taka málið uppaftur. Men nú hevur ákærin í Las Vegas valt ikki at ákæra Cristiano Ronlado orsaka av vantandi prógvum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804