Grønland fleiri pengar úr Danmark enn úr Grønlandi

Grønland fleiri pengar úr Danmark enn úr Grønlandi
Grønland fær nógv fleiri pengar úr Danmark enn tey, sum búgva í Grønlandi, gjalda í skatti og avgjøldum
 
11.08.2019 - 09:41

Uppskot um fíggjarlóg fyri 2020 í Grønlandi er gjørt. Sambært tí verður heildarveitingin úr Danmark tríggjar milliardir og 911 milliónir krónur næsta ár.

Landsstýrið fær tríggjar milliardir og 204 milliónir í skatti og avgjøldum. Munurin er 707 milliónir krónur. Harafturat hevur landstingið álagt landsstýrinum at biðja Danmark um hjálp til almannamálini í Grønlandi.

Í uppskotinum hjá landsstýrinum verða 6,6 milliónir krónur í vinningi í grønlendsku fíggjarlógini næsta ár. Í Grønlandi er sama gongd sum í Føroyum. Fólkapensjónistarnir gerast fleiri og færri fólk arbeiða.

Færri skulu uppihalda fleiri, rætt og slætt

Yvirskipað er endamálið við uppskotinum um fíggjarlóg í Grønlandi í 2020 at fáa fleiri í arbeiði, sleppa av við fløskuhálsarnar í útbúgvingarskipanini og minka sosialu trupulleikarnar.

Okkurt óvanligt uppskot er. Millum annað ætlar landsstýrið at geva kommunum færri pengar, um úrslitini eru ikki nóg góð í fólkaskúlanum.   

Heilsuverkið kostar nógv, eisini í Grønlandi, millum annað viðgerðir í øðrum londum. Landsstýrið boðar frá, at sum frá líður verður væntandi neyðugt at strika onkrar viðgerðir, men hvørjar, tær eru, sigur landsstýrið tó ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595