Suður- og Norðurkorea sameinast áðrenn 2045

Suður- og Norðurkorea sameinast áðrenn 2045
Moon Jae-in, forseti í Suðurkorea, segði í eini sjónvarpsrøðu í gjár, at hann fegin vil hava frið í lag við Norðurkorea
Kim Jong-un og Moon Jae-in avmyndaðir eftir at teir undirskrivaðu eina avtalu, sum hevur til endamáls at fáa londini tættari
Mynd: AP  
 
16.08.2019 - 07:52

Tað segði forsetin í Suðurkorea í sambandi við, at tað eru 74 ár síðani loysing frá Japan undir øðrum veraldarbardaga. 

Í røðu síni segði forsetin í Suðurkorea, at hann vónar, at Suður- og Norðurkorea verða sameind áðrenn 2045. Men tað vil norðurkoreanski leiðarin ikki.

Sambært BBC gevur Kim Jong-un Suðurkorea skyldina fyri teimum stríðsmálum, sum eru millum londini bæði. Tí vil hann ikki hitta suðurkoreanska forsetan, sigur hann í dag, sambært BBC.

Suðurkoreanski forsetin bjartskygdur í gjár

– Eg lovi, at skapa grundarlag fyri, at bæði londini kunnu vera vertir til Olympisku leikirnar í 2032 - sum eitt sameint Korea, segði Moon Jae-in í røðu síni í gjár.

Londini bæði hava meldað seg sum vert til Olympisku leikirnar í 2032, men tað er enn óvist, hvør verður vertur. Norður- og Suðurkorea hava formliga verið í kríggi síðani 1950. 

Norðurkorea hevur gjørt kjarnorkuvápn. Sjálvt um Donald Trump, forseti, hevur hitt Kim Jong-un tvær ferðir, er tað enn ikki eydnast pørtunum, at semjast um, hvat skal henda við kjarnorkuvápnunum hjá Norðurkorea.

Kim Jong-un ikki so samstarvssinnaður

USA hevur sett fleiri revsitiltøk í verk mótvegis Norðurkorea. Seinastu vikurnar hevur Norðurkorea gjørt fleiri rakettroyndir, og rakettroyndirnar plaga at vera eitt greitt tekin um, at leiðarin í Norðurkorea er ónøgdur við støðuna. 

– Tíðin er komin til, at bæði Norður- og Suðurkorea saman við USA fara at hugsavna seg um, at fáa friðaravtalur í lag. Hetta skal gerast skjótast gjørligt, segði Moon Jae-in, suðurkoreanski forsetin, í røðu síni í gjár. 

Men ynskið hjá suðurkoreanska forsetanum verður neyvan uppfylt, tí Kim Jong-un boðar frá í dag, at hann ikki hevur ætlanir um eitt sameint Korea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040