Neyðugt varð at keypa Gitte Henning

Neyðugt varð at keypa Gitte Henning
Partafelagið Desin í Syðrugøtu, sum er við í samtakinum hjá Varðanum, hevur keypt uppsjóvarskipið Gitte Henning fyri 295 mió. kr.
Gitte Henning er keypt, tí ikki bar til at leiga hana til Føroya.
 
29.08.2019 - 12:44

Partafelagið Desin í Syðrugøtu, sum er við í samtakinum hjá Varðanum, hevur keypt uppsjóvarskipið Gitte Henning fyri 295 mió. kr.

Gitte Henning er nú skrásett í Føroyum, og eitur Gitte Henning 1.

Neyðugt varð at keypa skipið, tí ikki bar til at leiga tað, sum ætlanin annars var.

Neyðugt varð at keypa fyri at fáa flutt føroysk fiskirættindi yvir á skipið og skráseta tað í føroyska skipaskránni.

Ætlanin at leiga

Ætlanin var annars at leiga Gitte Henning við forkeypsrætti.

Seinastu dagarnar hava fólk frá Varðanum verið í Skagen í sambandi við, at felagið skal yvirtaka Gitte Henning.

Gitte Henning 1 skal fiska fyri Trónd í Gøtu, sum skal hava nýtt gir, og verður liggjandi til næsta vár.

Avtala er gjørd við danska reiðaríið, sum átti Gitte Henning, um, at tað kann keypa skipið aftur um eitt ár, sigur Varðin á heimasíðuni.

Gitte Henning A/S í Skagen átti Gitte Henning, sum var størsta fiskiskip í danska flotanum, og skipið er ársgamalt.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846