Psykiatriski depilin komin uppí sálarheilsutiltak

Psykiatriski depilin komin uppí sálarheilsutiltak
ABC samstarvið er í samsvari við heildarætlanina at fremja sálarliga heilsu, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Psykiatriski depilin
 
25.09.2019 - 11:11

Psykiatriski Depilin er vorðin partur av verkætlanini, ABC fyri sálarligari heilsu, sigur Fólkaheilsuráðið.

– At fremja sálarliga heilsu eigur at fáa høga raðfesting, bæði samfelagsliga, fakliga og persónliga, sigur Psykiariski depilin. At vit røkja okkara sálarligu heilsu á jøvnum føti við okkara likamligu heilsu, hevur stóran týdning fyri, hvussu vit hava tað, sigur Psykiatriski Depilin. 

Fólkaheilsuráðið fegnast um nýggjasta samstarvsfelagan.

 – At partar av heilsuverkinum nú eru við í ABC samstarvinum samsvarar heildarætlanini um at fremja sálarliga heilsu og vísir, hvussu víttfevnandi ABC-verkætlanin nú er vorðin, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Fleiri enn 20 feløg, stovnar og kommunur eru nú partur av ABC fyri sálarheilsu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129