25 ár síðan Estonia sakk

25 ár síðan Estonia sakk
852 fólk lótu lív 28. september 1994, tá ferjan Estonia fórst
 
28.09.2019 - 18:05

Tíðliga um morgunin, tann 28. september í 1994, var Estonia á veg til Stockholm úr Tallinn í Estlandi. Tað var ringt veður og sambært kanningum hava aldur rivið bóvportrið frammi á skipinum leyst ella heilt av.

Sjógvur skolaði inn á dekkið og skipið sakk. Tað gekk sera skjótt fyri seg. Eftir at sjógvur byrjaði at skola inn á dekkið, gekk ein tími inntil ferjan sakk.

989 ferðafólk og starvsfólk vórðu við skipinum. 852 lótu lív.

Minnigarhald var hildið í Svøríki í dag. Ein av røðarunum var forsætisráðharrin Stefan Løfven. Millum annað segði hann, at vanlukkan skakaði alt landið.

Tað eru framvegis ivamál um júst hvat hendir tá Estonia sakk. Ein av teimum 137 fólkunum, sum kom frá vanlukkuni við lívinum, er Kent Harstedt. Hann talaði eisini á minningarhaldinum og bað um eina nýggja altjóða kanning, fyri at staðfesta júst hvat hendi. Staðfestast kann nú, at Estonia fór úr Tallinn, hóast hon í veruleikanum ikki var skikkað til sigling. Vit mugu avgreiða ivamálini, segði hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858