Grov mistøk í kanningararbeiðnum

Grov mistøk í kanningararbeiðnum
 
18.10.2019 - 18:22

Tvey ár eru liðin síðani maltesiski journalisturin, Dahpne Caruana Galizia, varð dripin av eini bilbumbu. Nú siga umboð fyri Evroparáðið, at løgreglukanningarnar fóru ikki rætt fram.

Daphne Caruana Galizia arbeiddi sum gravandi journalistur, og varð kend fyri at avdúka politiska korruptión.

Tríggir menn handtiknir

Eftir at hon varð myrd uttanfyri heim sítt 16. oktober 2017, vórðu tríggir menn handtiknir - undir illgruna fyri at hava ábyrgdina av bumbuspreingingini. Men illgruni er um, at onkur annar hevði bílagt drápið.

Pieter Omtzigt, tingmaður í niðurlendska parlamentinum, fekk í fjør vegna Europaráðið ábyrgdina av at hava eftirlit við kanningararbeiðnum. Í Evroparáðnum sita umboð fyri 42 lond.

Nú sigur Omtzigt, at hann er ikki tryggur við kanningarnar, tí myndugleikarnir í Malta kanska hava vrakað prógv, sum kundu havt víst slóð til teir, sum bíløgdu morðið.

Halda ikki lyftini

– Løgreglufólkini gera kanska arbeiði til lýtar, men løgregludeildin sum heild og politikarar, sum hava ábyrgdina av hesum øki, halda ikki lyftið hjá forsætisráðharranum um, at hvør steinum skal vendast, sigur Pieter Omtzigt við bretska blaðið The Guardian.

Ein av gerningsmonnunum, sum illgruni er til, hevur tosað við løgregluna og vissaði um, at ein millummaður var. Og eitt av mistøkunum, sum Pieter Omtzigt hevur staðfest er, at løgreglan ikki gjørdi avtalu við mannin, sum tosaði við løgregluna.

– Eg stúri fyri, at myndugleikarnir hava mist prógv, sum kundu beint løgregluna til tann, sum bílegði morðið. Eg stúri eisini fyri, at hvørki hesin maðurin, sakførari hansara ella nakar annar - írokna millummaðurin, hava fingið nóg góða verju, sigur Pieter Omtzigt við The Guardian.

Vísir á mistøk í kanningararbeiðnum

Omtzigt vísir eisini á mistøk í kanningararbeiðnum, millum annað hevur táverðandi stjóranum í Europol kært maltesisku løgregluna, tí hon ikki vildi samstarva við Europol í kanningararbeiðnum.

Eftirlitsarbeiðið hjá Omtzigt í sambandi við drápsmálið í Malta hevur fingið forsætisráðharan í Malta at finnast at Omtzigt, og eftir ráðum frá niðurlendsku fregnartænastuni, hevði Omtzigt sivilar lívverjar við sær, tá hann var í Malta. 

Hvørki løgreglan ella forsætisráðharrin í Malta vilja gera viðmerking, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858