Forlagið Leirkerið fær serstaka virðisløn

Forlagið Leirkerið fær serstaka virðisløn
Í ár hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, valt at lata eina serstaka virðisløn
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur júst tilluttað forlagnum Leirkerinum í Gøtu serstaku virðislønina, nú Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar
Mynd: Skíggjamynd: leirkerid.fo  
 
15.01.2020 - 20:16

Forlagið Leirkerið í Gøtu fær serstøku virðisløn landsins 2019 við hesi grundgeving:

“Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið fyri týdningarmiklum og mennandi starvi innan útgávu av andaligum tilfari: bókum, sálmum og bløðum. 

Brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góðan og vakran málsligan búna. 

Í áratíggju hevur Leirkerið staðið fyri einum vælumtóktum bókaringi, og skipað hevur verið fyri einum stórum savni av talgildum sangum, sálmum og tónum.

Menninir aftan fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur eisini skipað fyri einum vælvirkandi nethandli og hevur í mong ár staðið fyri blaðútgávu. 

Miðvísa og stillføra virksemið brøðranna handan Leirkerið hevur birt uppundir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av føroysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið.

Tað hevur verið ein týdningarmikil íblástur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað granskingar, ið lagt er úr hondum teirra, stendur og verður standandi sum ein týðandi varði í føroyska bókmentaheiminum. 

Sum landsstýrismaður í mentamálum havi eg gjørt av at heiðra Forlagið Leirkerið við serstakari virðisløn sum eina tøkk fyri áhaldandi og mennandi arbeiðið innan útgávu av andaligum tilfari.”

Serstaka virðislønin er uppá 50.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887