1.800 búsetingar aftrat

1.800 búsetingar aftrat
Ætlanin er at tvífalda búsetingarnar á vestara áarbakka upp í 800.000, sigur ísraelski verjumálaráðharrin
1800 búsetingar verða á vestara áarbakka aftrat
 
29.02.2020 - 13:08

Ísrael hevur góðkent 1800 búsetingar á hersetta vestara áarbakka, fáar dagar fyri tjóðartingsvalið, sum verður mánadagin.

Tað upplýsir verjumálaráðharrin, Naftali Bennet. Hann sigur, at ein nevnd hevur góðkent, at 1800 íbúðareindir kunnu byggjast aftrat.

ES fordømdi í januar ísraelsku ætlanina um at víðka búsetingarnar á vestara áarbakka og heitti á ísraelsku stjórnina um at gevast við allari bygging, sum stríðir ímóti fólkarættinum, sigur ES.

Tvífalda búsetingarnar

Naftali Bennet, verjumálaráðharri, vísir aftur, at búsetingarnar eru ólógligar. Hann sigur, at málið er at tvífalda búsetingarnar í hersettu økjunum úr 400.000 upp í 800.000.

Mánadagin verður triðja valið til Knesset hetta seinasta árið. Tað eydnaðist ikki at skipa nýggja stjórn eftir valið í apríl og september.

Í valstríðnum hevur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, tikið ætlanir um búsetingar framaftur, sum hava ligið í skuffuni síðani 2012.

Tá vórðu USA og Evropa harðliga ímóti ætlanini. Síðani Donald Trump tók við sum forseti, hevur USA ikki funnist so nógv at ísraelsku búsetingunum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532