Gamli Hvilvtenni aftur í Íslandi

Gamli Hvilvtenni aftur í Íslandi
Útgerðarfé­lag Reykja­vík­ur hevur keypt trolaran aftur úr Grønlandi
Mynd: Morgunblaðið  
 
25.03.2020 - 13:30

Gamli Hvivltenni, sum nú eitur Guðmund­ur í Nesi, er komin aftur til Íslands. 

Útgerðarfé­lag Reykja­vík­ur hevur keypt trolaran aftur úr Grønlandi.

Hann varð seldur til Arctic Prime Fis­heries í Grøn­landi við árslok 2018. Hann fekk tá navnið Ili­vi­leq. Útgerðarfé­lag Reykja­vík­ur keypti Hvilvtenni úr Leirvík í 2004.

Trolarin er bygdur í Noregi í 2000.

Guðmundur í Nesi hevur tvær manningar, tilsamans 52 mans, skrivar Morgunblaðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775