Vænta 19 milliónir í halli

Vænta 19 milliónir í halli
Tað eru bara 19 av teimum 209 starvsfólkunum eftir í Gist og Vist-samtakinum
Gist og Vist misti 4.461 gistingarsnætur frá 17. til 31. mars
 
06.04.2020 - 14:11

Samtakið Gist og Vist, sum hevði 12 milliónir krónur í vinningi í fjør, fer við hetta lag at hava slakar 19 milliónir krónur í halli í ár.

Tað sigur stjórin, Johannes Jensen, í brævi til Vinnunevndina hjá løgtinginum. Hann mælir til, at studningurin í hjálparpakka tvey, verður latin hvørjum rakstrarstað og ikki bara til sjálvt samtakið.

Gist og Vist hevur nógv rakstrarstøð, matstovur og gistingarhús. Umsetningurin hjá samtakinum er farin úr 15 milliónum um mánaðin niður í 1,3 milliónir krónur um mánaðin.

Hava mist 4.461 gistingarsnætur

Tá eru við inntøkurnar fyri fólk, sum eru í sóttarhaldi á hotellum hjá Gist og Vist. Føstu útreiðslurnar eru tær somu, 3,5 milliónir krónur um mánaðin.

Av teimum 209 starvsfólkunum eru bara 19 eftir. Johannes Jensen sigur eisini, at frá 17. mars til 31. mars misti Gist og Vist 4.461 gistingarsnætur.

Heitt verður á løgtingið um at tillaga hjálparpakka tvey, so hann eisini kann brúkast til Gist og Vist, soleiðis at hvørt rakstrarstað fær stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423