Heimaframleiddu matvørurnar skeivt merktar

Heimaframleiddu matvørurnar skeivt merktar
Minni enn helvtin av heimaframleiddu vørunum, sum fingust í matvøruhandlunum í Føroyum í desember í fjør, vóru rætt merktar
Heimaframleiddu vørurnar, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði í desember, vóru ikki rætt merktar. Myndin hevur ikki samband við ítøkiligu kanningarnar
 
23.04.2020 - 08:19

Tað vísir ein kanning, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi í nøkrum matvøruhandlum.

Endamálið var at kanna, um keyparin fær nóg góða upplýsing um heimaframleiðslu. Tað fær hann verri enn so altíð, er niðurstøðan.

Kannað varð, um heimaframleidda vøran var merkt á rættan hátt. Eisini varð hugt eftir, um veitarin var skrásettur sum heimaframleiðari, og um vøran varð hildin atskild frá aðrari vøru. 

Átakið økt um kunnleikan

Samanumtikið vísti kanningin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, at minni enn helvtin av heimaframleiddu vøruni var merkt á rættan hátt. 

Flestu vørurnar høvdu navnið á framleiðaranum, men bara 38 prosent merktu vøruna við orðunum Óløggild og unauthorized.

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir, at hetta átakið hevur økt um kunnleikan og ansnið hjá matvøruhandlum at tryggja sær, at tað er í lagi at selja heimaframleidda vøru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576