Savningarforboð í Danmark stendur við

Savningarforboð í Danmark stendur við
Tað verður ein løta enn, áðrenn fólk í Danmark kunnu savnast til størri tiltøk
 
08.05.2020 - 10:59

Danir skulu sostatt ikki gera sær stórvegis vónir um, hvørki at halda stórar føðingardagar ella eitt nú brúdleyp fyribils.

Forboðið um, at fleiri enn 10 fólk savnast, stendur við, og forboðið er nú longt til 8. juni, altso í ein mánað afturat, skrivar DR.

Tað kunngjørdi Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin, á tíðindafundi, sum stjórnin í Danmark helt í gjár.

Mærkið hækkað um ein mánað

Um ein mánað verður markið uppá 10 fólk hækkað upp í 30-50 fólk, tá stig 3 verður sett í verk, sigur danska stjórnin.

Hetta er kortini treytað av, at talið á smittaðum og innløgdum í Danmark ikki veksur meira enn myndugleikarnir hava roknað við.

Savningarforboðið í Danmark merkir, at løgreglan hevur heimild at geva fólki 2.500 krónur í bót, virða tey ikki boðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634